Minni arbeiði til ferðaleiðarar

27.01.2024 - 12:44
Innlendis
Minni arbeiði til ferðaleiðarar
Gunnar R. Nattestad, limur í hagastýrinum í Nípuhaga í Vágum, metir, at uppskotið um gongd í haga gevur minni arbeiði til ferðaleiðarar
Út í Trælanípuna eru gøtur gjørdar at ganga eftir.

Eigararnir í Trælanípuni í Vágum taka ikki undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum um burðardygga ferðavinnu, sum tað nú eitur.

Teir hava í fleiri ár skipað fyri túrum út til Trælanípuna - eitt stað, sum er sera vælumtókt hjá ferðafólki at síggja.

Teir hava tikið pengar frá útlendingum og frá bólkum, ið hava gingið túrin.

Gunnar R. Nattestad, limur í hagastýrinum í Nípuhaga, metir, at uppskotið gevur minni arbeiði til ferðaleiðarar.

Hann sigur, at við uppskotinum endar lítið av inntøkunum frá ferðavinnuni úti í staðbundna økinum.

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050