- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Nú fara vit at fínpussa smálutir
07.01.2024 - 16:04
Ítróttur›Hondbóltur
- Nú fara vit at fínpussa smálutir
Venjingardystirnir um vikuskiftið vóru væleydnaðir, sigur Julian Johansen, hjálparvenjari hjá manslandsliðnum.

Belgia gav Føroyum skarpari gang í seinna vinardystinum móti manslandsliðnum í hondbólti, sum varð leiktur í Høllini á Hálsi í Havn í gjárkvøldið.
Belgia var á odda við einum máli í hálvleikinum, men Føroyar vunnu 34-29.
Fyrra dystin, sum varð leiktur fríggjakvøldið, vunnu Føroyar við 10 málum.
Hondbóltssambandið skrivar, at talan gjørdist um ein gevandi dyst, har okkara menn vórðu settir undir trýst, og har eisini venjaratoymið mátti leita eftir loysnum.
Manslandsliðið fer til Berlin í komandi viku at spæla um evropameistaraheitið.
Fyrsti dysturin er móti Slovenia hósdagin, og hann verður spældur í Mercedes Benz Arena.
Tak niður
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV