- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rætt at biðja um eina tænastumannakanning
28.12.2023 - 15:30
Innlendis›Politikkur
Rætt at biðja um eina tænastumannakanning
Durita Sigmundsdóttir Djurhuus, advokatur við serøki í starvsfólkarætti, heldur, at løgmaður hevur borið seg rætt at í málinum um aðalstjóran í heilsumálaráðnum

Durita Sigmundsdóttir Djurhuus, advokatur, heldur tó ikki, at tænastumannakanningin av aðalstjóranum í heilsumálaráðnum frítekur landsstýriskvinnuna fyri ábyrgd
Mynd: Savnsmynd
- Tað er ikki nóg mikið hjá løgmanni at taka niðurstøðuna hjá Løgtingsins umboðsmanni og virka út frá henni. Tí er tað rætt at gera eina tænastumannakanning av aðalstjóranum í Heilsumálaráðnum.
Tað sigur Durita Sigmundsdóttir Djurhuus, advokatur við serøki í starvsfólkarætti.
Advokaturin heldur tó ikki, at tænastumannakanningin av aðalstjóranum frítekur landsstýriskvinnuna í heilsumálum fyri ábyrgd.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV