Talgildar skipanir skulu tryggjast

08.09.2023 - 16:20
Innlendis
Talgildar skipanir skulu tryggjast
Átta strategisk mál og 20 ítøkilig átøk skulu tryggja, at talgildar skipanir virka, eisini um vit verða álopin
Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, hevur staðið á odda fyri nettrygdarætlanini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Talgildar skipanir, sum eru grundleggjandi undirstøðukervi í samfelagnum, skulu tryggjast.

Tað verður sagt í almennari nettrygdarætlan, sum varð løgd fram um hetta í Tinganesi í dag

 

Myndir:  © Bjarni Árting Rubeksen

Trygdarætlanin, sum fevnir um átta strategisk mál og inniheldur 20 ítøkilig átøk, leggur upp fyri, at víðfevnd álop ikki skulu raka føroyska samfelagið.

Nøkur dømi um samfelagstýðandi kt-undirstøðukervi eru streymveiting, fjarskifti, læknahjálp, radiosendikervið, pengaflutningur, og flutningur á landi, sjógvi og loftvegis.

Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldsstovuni, hevur samskipað arbeiðið at gera eina almenna føroyska nettrygdarætlan. 

- Hetta er eins týdningarmikið sum øll onnur tilbúgving, vit hava, ja, kanska týdningarmiklari. 

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis - og vinnumálum, um nýggju nettrygdarætlanina.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878