- Tíðindi, mentan og ítróttur
Smyril fer at sigla sum vanligt í heyst
Smyril fer at sigla sum vanligt í heyst.
Strandferðslan boðaði fyrrapartin frá, at nú tríggir av fýra hjálpimotorum á Smyrli eru blivnir høvuðsumvældir, ber til at útseta ísetingina av teimum báðum nýggju hjálpimotorunum til komandi ár.
- Tað er serliga fyri trygdina, at arbeiðið verður útsett, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari.
Ætlanin var annars at Herjólfur og norska ferjan, Bodø, skuldu røkja suðuroyarsiglingina saman í heyst, meðan arbeiðið á Smyril skuldi gerast liðugt.
Smyril hevur íalt fýra hjálpimotorar, eisini nevndir ljósmotorar, sum framleiða ravmagn til ymiska orkunýtslu umborð á skipinum og til bóvskrúvurnar, tað vil siga síðurskrúvurnar har frammi.
Sí eisini