- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meira enn hálva øld sum kirkjutænari
10.04.2023 - 16:18
Innlendis
Meira enn hálva øld sum kirkjutænari
Heini F. Petersen í Sandavági las í gjár, páskadag, lestur í Sandavágs kirkju fyri seinastu ferð eftir trúgva tænastu í meira enn hálva øld

86 ára gamli sandavágsmaðurin er takksamur fyri at hava kunna staðið í hesi tænastuni í so drúgva tíð.
Heini F. Petersen byrjaði at avloysa sum deknur seinast í sekstiárunum, og hann læs ofta, til hann gjørdist fastur deknur í 1997.
Hann hevur eisini verið í kirkjuráðnum í Sandavági í 45 ár, harav 28 sum formaður.
Heini F. Petersen er søgufróður maður, og hann hevur eisini óteljandi ferðir verið í kirkjuni og greitt fremmandafólki frá um kirkjurnar, ið hava verið í Sandavági og um heimbygd sína.
Mynd: Fía Selma Nielsen, jn.fo
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV

Hósdag 27. februar
«Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!»
188373
Nýggjastu sendingar í SV