- Tíðindi, mentan og ítróttur
Formaðurin í Búskaparráðnum: Prísvøksturin heldur fram
Prísvøksturin fer væntandi at halda áfram í 2023, tó sikkurt ikki við somu ferð sum seinasta árið.
Hetta ávirkar fíggjarstøðuna hjá fólki, serliga teimum, sum eru ringast fyri fíggjarliga.
Fyri ikki at stimbra eftirspurningin, eiga hjálparpakkar at vera málrættaðir, sigur Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum.
Pengarnir minni verdir
Tá inflatiónin er høg, so gerast pengarnir minni verdir.
Seinasta brúkaraprístalið vísir, at tað frá september í 2021 til september í 2022 eru vørur og tænastur í miðal blivin 8.8 prosentstig dýrari.
Fyri at talma inflatiónina er neyðugt at faa javnvág í útboð og eftirspurning.
Prísvøksturin heldur fram
Prísvøksturin, vit hava sæð herheima, kemur uttanífrá, og tað eru tvær høvuðsorsøkir:
Tann fyrr er korona farsóttin, sum ávirkaði úboðið av vørum.
Afturat tí kom kríggið í Ukraina.
Komandi tíðina kunnu vit vænta, at prísvøksturin heldur fram, tó ikki við somu ferð, sum vit hava sæð seinasta árið.
Sí eisini