- Tíðindi, mentan og ítróttur
Formansrunda mánamorgunin
10.12.2022 - 16:10
Innlendis›Politikkur
Formansrunda mánamorgunin
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, valdi at bíða til mánamorgunin at hava formansrunduna, so flokkarnir kunnu tosa nærri saman fyrst
Mynd: Bjarni Á. Rubeksen
Tað var á middegi í dag, at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sendi skriv til løgtingsformannin og bað um at verða loystur úr starvi. Tað gjørdi hann, eftir at Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, hevði givið honum boð um, at hann vildi hava samráðingarrættin at skipa samgongu.
Løgtingsformaðurin helt tað vera ov tíðliga at skipa formansrundina í dag. Hann vísir tó á, at flokkarnir, sum ætla at skipa samgongu, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, longu nú kunnu byrja at samráðast.
Sitandi landsstýri virkar formliga sum starvsstjórn, inntil nýtt landsstýri er skipað.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV