Valið er, sum tað plagar at vera

bannari
08.12.2022 - 17:33
InnlendisPolitikkur
Valið er, sum tað plagar at vera
Fyrr valdu konurnar tað sama sum menninir, men nú hava vit okkara egnu meining

Soleiðis sigur Dinna Petersen, sum býr á Eysturoyar røktar- og ellisheimi, og grundgevur við, at kvinnurnar í dag eru betur útbúnar, meðan tær fyrr gingu heima og tóku sær av húsinum, og tí ikki politikki.

- Tað er ikki sum fyrr, tí politikarar í dag hava onga meining. Teir skifta bara flokk, sum teimum hóvar. Og tað er ikki bara í Føroyum, tað er so, men allastaðni, heldur Fredrik Gøte, sum eisini býr á heiminum.

Á Eysturoyar røktar- og ellisheimi gera tey annars eitt sindur burtur úr valdegnum, tí til nátturða í kvøld fáa búfólkini brasað riv við rótfruktum og breyð við føroyskum viðskera, og omaná fáa tey eina stóra valkøku, greiðir Magnhild Tausen Olsen, køksleiðari, frá.

Hoyr samrøðu, sum Tórður Mikkelsen hevði við hesi trý.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946