Føroyingar á val dagin fyri danir

bannari
08.10.2022 - 18:31
InnlendisPolitikkur
Føroyingar á val dagin fyri danir
Breiður meiriluti av politisku flokkunum í Danmark ganga ynskinum frá løgmanni á møti. Og tí verður fólkatingsvaldagurin í Føroyum fluttur ein dag fram, til 31. oktober.

Føroyingar skulu á fólkatingsval, mánadagin 31. oktober. Tað var endaliga greitt stutt fyri klokkan seks í kvøld. 

Seinnapartin hava politisku flokkarnir í Danmark - saman við føroysku fólkatingsumboðunum - umrøtt, um føroyingar skulu á fólkatingsval týsdagin 1. november, alla halgana dag, ella mánadagin 31. oktober.

Í gjár sendi Bárður á Steig Nielsen bræv til danska forsætisráðharran, har hann heitir á stjórnina um at flyta valdagin í Føroyum til mánadagin 31. oktober.

Í brævinum vísir løgmaður á, at Føroyar eru siglandi tjóð, tætt knýtt at havinum í øldir. Síðani ár 1900 hava fleiri enn 1000 føroyingar latið lív á havinum. Og fyri nógvar føroyskar familjur er 1.november ein serligur dagur, har vit í stillum minnast tey, sum farin eru, stendur í brævinum til Mette Frederiksen.

Fundurin seinnapartin vísti, at breiður, politiskur meiriluti er í Danmark fyri at ganga føroyska ynskinum á møti. Bara flokkurin Moderaterne var ímóti at flyta valdagin. Og stutt fyri klokkan seks í kvøld vóru øll formlig viðurskifti komin uppá pláss.

Ein, sum finst at handfaringini hjá løgmanni í hesum máli, er fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale. Hann finst at, at løgmaður hevur ikki tikið politisku flokkarnar í Føroyum við uppá ráð, áðrenn hann sendi áheitanina úr Føroyum avstað.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøður við Christian Rabjerg Madsen, innanríkisráðharra, og Bárður á Steig Nielsen, løgmann, sum eisini svarar kritikkinum frá Sjúrði Skaale.   

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008