- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samráðingar við russar viðgerast aftur
Mikudagin fer løgmaður at kalla umboð fyri allar flokkar á tingi á fund at viðgera tiltøkini móti Russlandi. Eitt av punktunum verða fiskivinnusamráðingar við Russland, sum helst byrja einaferð í november.
Við Dag og viku í gjár segði løgmaður millum annað, at revsitiltøk er eitt mál og fiskivinnusamráðingar nakað annað.
Árni Skaale, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, hevur áður boðað frá, at hann má halda landsins lógir og tískil er noyddur at samráðast við russar, tá tann tíðin kemur. Hann vísir til lógina um hvørji tiltøk kunnu setast í verk móti Russlandi og ikki.
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum er ikki samdur við Árna Skaale.
Jenis av Rana segði við in.fo í gjár, at boðini um samráðingar eru ikki komin frá sjálvari samgonguni, men bara landsstýrismanninum. Hann heldur ikki, at Árni Skaale kann brúka lógina sum grundarlag at siga, at samráðingar skulu vera, tí at hetta ikki var ein partur av viðgerðini, tá lógin varð orðað.
Árni Skaale vil ikki gera bandaða samrøðu við útvarpið, men vísir bara til tað hann áður hevur sagt, at um hann skal halda landsins lógir, so má hann virða viljan hjá Løgtinginum, og at hann út frá lógini meira ella minni er noyddur at samráðast. Hann sigur tó, at støðan kann broytast mikudagin, tá løgmaður skal hava umboð fyri allar flokkar á fund.
Jenis av Rana, landsstýrismaður, vil heldur ikki gera bandaða samrøðu um málið. Hann vísir bara á, at samgongan enn ikki hevur tikið nakra støðu um samráðingarnar, men at støðan í Ukraina er broytt munandi til tað verra seinastu dagarnar.