Peningur má fylgja við heilsugranskingini

08.06.2022 - 14:30
InnlendisHeilsa
Peningur má fylgja við heilsugranskingini
Marnar Fríðheim Kristiansen, formaður í felagnum hjá yngru læknunum, sigur, at slíkar ætlanir krevja størri játtan
Marnar Fríðheim Kristiansen er formaður í felagnum hjá yngru læknunum.

Á nýggjárinum er ætlanin at skipa eina nýggja heilsugranskingareind, so føroyska heilsugranskingin verður savnað á einum staði.

Hetta skal gerast fyriat styrkja grundarlagið undir granskingini, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaðuri í heilsumálum.

Eisini skal føroyska sjúkrahúsverkið skipast sum eitt universitetssjúkrahús, har heilsugranskingin fær góðar karmar og umstøður.

Formaðurin fyri yngru læknarnar, Marnar Fríðheim Kristiansen, ávarar ímóti at lova føgur orð uttan at koma við størri játtan til hesar ætlanir.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151