Andstøðutingfólk: Stjóralønin í Posta stendur ikki mát við ábyrgdina

31.05.2022 - 12:33
InnlendisPolitikkur
Andstøðutingfólk: Stjóralønin í Posta stendur ikki mát við ábyrgdina
Lønin í almennum partafeløgum eigur at fylgja ábyrgdini, ið stjórarnir hava, halda fleiri andstøðutingfólk, nú nógv kjak er um stjóralønina í Posta
Ábyrgdin, sum fylgir við at stjórna Posta, stendur ikki mát við stjóralønina, halda andstøðutingfólk
Mynd: savnsmynd  

Stjóralønir í almennum partafeløgum var evnið í Breddanum í morgum, og har segði Bjørt Samuelsen í Tjóðveldi millum annað, at og tað átti at sæst aftur, tá ið alment sett starvsfólk í leiðsluuppgávum við stórari ábyrgd, fáa løn.

Bill Justinussen í Miðflokkinum heldur tað vera í lagi, at summar stjóralønirnar í almennum partafeløgum eru væl hægri enn aðrar...

Tá ið Henrik Old var landsstýrismaður í Samferðslumálum í 2018 var stjóraskifti í Vága Floghavn. Lønin hevði áður verið 90.000 krónur um mánaðin, men hann koyrdi hana niður í 60.000 krónur.

Bjarni Kárason Petersen í Framsókn vil hava, at stjóralønirnar í almennum partafeløgum skulu vera kappingarførar.

 

Bakgrund

Joel undir Leitinum, stjóri í Posta, fekk eina lønarhækkan uppá 184.000 krónur í 2021. Tað sæst í roknskapinum hjá almenna partafelagnum, Posta.

Í 2020 var samlaða lønin hjá stjóranum í Posta 1.476.800 krónur. Men í 2021 fór lønin upp í 1.661.080 krónur. Altso ein lønarhækkan uppá 184.280 krónur ella 12,5 prosent.

Talan er um samlaðu lønina - tað vil siga løn og pensjón.

Samstundis eru samlaðu lønarútreiðslurnar hjá Posta lækkaðar úr knøppum 52,1 milliónum krónum í 2020 til knappar 51,3 milliónir krónur í 2021. Ein lækking uppá góð 2 prosent.

Posta hevði annars eitt rakstraravlop uppá 13 milliónir krónur og eitt úrslit áðrenn skatt uppá 3,4 milliónir krónur fyri roknskaparárið 2021. 

Samlaða sølan hjá Posta var 127 milliónir krónur, sum er mesta sølan síðani felagið gjørdist alment partafelag.

Joel undir Leitinum, stjóri í Posta

 

BREDDIN um stjóralønirnar kann hoyrast HER
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962