Teistin verður tikin úr dokk

11.05.2022 - 11:56
InnlendisSamfelag
Teistin verður tikin úr dokk
Bæði Erla Kongsdóttir og Hasfjord liggja við breki
Neyðugt verður at taka Teistan úr dokk, og hann fer aftur í sigling í morginári.

Strandferðslan má gevast við dokkingini av Teistanum og seta skipið aftur í sigling um Skopunarfjørð í morginári.

Tað er neyðugt, nú bæði Erla Kongsdóttir og Hasfjord liggja við breki.

Tað er óvist, nær skipini kunnu sigla aftur, og tí er neyðugt at taka Teistan úr dokkingini, sigur virkandi stjórin á Strandfaraskipum Landsins, Jóhan Petur Abrahamsen.

Bjargingarbáturin Lív er settur í sigling á Nólsoyarleiðina, og báturin siglir eisini tilkallitúrar út í Hest.

Lív siglir so ofta sum neyðugt er millum Havnina og Nólsoynna, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandfaraskipåum Landsins.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008