
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin fuglur í Vestmannabjørgunum um 10 ár
11.05.2022 - 09:46
Innlendis›Samfelag
Eingin fuglur í Vestmannabjørgunum um 10 ár
Fuglafrøðingur ávarar um støðuna

Bergur Olsen, fuglafrøðingur
Fuglastovnurin í Vestmannabjørgunum er so mikið hóttur, at verður einki gjørt, verður eingin fuglur eftir um 10 ár.
Tað sigur Bergur Olsen, fuglafrøðingur, sum seinastu hálvu øldina hevur talt lomvigu og annan fugl í Vestmannabjørgunum.
Tá talt var í 1972, vóru 6.414 lomvigar í Vestmannabjørgunum og 3120 ritureiður.
Í 2021, eina lítla hálva øld seinni, vóru 304 lomvigar og 27 ritureiður. Afturgongdin er ávikavist 95 og 99 prosent.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Lomvigan er hóttur fuglastovnur í Vestmannabjørgunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV

Fríggjadag 21. februar
Breddin: Rumbul í Javnaðarflokkinum og minni sensurur á sosialum miðlum
188109
Nýggjastu sendingar í SV