- Tíðindi, mentan og ítróttur
Krabbameinsætlanin verður sett í verk sum skjótast
08.04.2022 - 14:32
Innlendis›Heilsa
Krabbameinsætlanin verður sett í verk sum skjótast
Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur fingið frágreiðing við 69 tilmælum

Kaj Leo Holm Johannesen er landsstýrismaður í heilsumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, ætlar at bera skjótt at fyri at seta sum mest av nýggju krabbameinsætlanini í verk.
Fyrrapartin fekk landsstýrismaðurin í heilsumálum nýggja krabbameinsætlan við 69 tilmælum.
Mælt verður m.a. til fáa eitt betri hagtalsgrundarlag fyri krabbamein, at styrkja um fyribyrgingina, at raðfesta meira screening av føroyingum, at betra um endurmenningina, at samskipa sjúklingagongdina betri og at styrkja palliatión.
Hoyr Kaj Leo Holm Johannesen í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV