- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vørn hevur brúk fyri fleiri eftirlitsfólkum

Vørn hevur tørv á minst fýra eftirlitsfólkum aftrat, fyri at hava nøktandi eftirlit við fiskiskapinum og tí, sum kemur upp á land í Føroyum.
Tað sigur stjórin í Vørn, Óli Hans Olsen.
Viðmerkingarnar frá Vørn standa í frágreiðingini um lógina um sjófeingi, sum Árni Skaale, landsstýrismaður, legði fyri løgtingiðí farnu viku.
Meira enn 852.000 tons av fiski vóru handfarin við bryggju í Føroyum í fjør, og vit megna ikki at halda ásetingarnar, sum vit hava bundið okkum til.
Brúk fyri fleiri
Føroyar hava í avtalu við Noreg og ES frá 2020 um eftirlit við uppsjóvarfiskastovnum bundið seg til at hava fult eftirlit við fimm prosentum av landingunum og 7,5 prosentum av nøgdini, tá uppsjóvarfiskur verður landaður í Føroyum.
Fult eftirlit merkir, at eftirlitsfólk skulu vera hjástødd alla tíðina, meðan landað verður.
Hóast trý eftirlitsfólk á landi eru komin afturat, so tey nú eru fýra, er brúk fyri fleiri eftirlitsfólkum, sigur Óli Hans Olsen, stjóri á Vørn:
Hoyr samrøðu við stjórin í Vørn í útvarpstíðindunum.
Sí eisini