
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ætla at keypa vaktarskip fyri Tjaldrið

Nú skal politiska skipanin gera av, um eitt annað vaktar- og bjargingarskip skal keypast fyri Tjaldrið, sum er 46 ára gamalt.
Vørn hevur eitt norskt skip á hondini, sum er átta ára gamalt, og sum kann fáast fyri 110 milliónir kr., tá tað loysir frá landi, sigur stjórin á Vørn, Óli Hans Olsen.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Óli Hans Olsen er stjóri í Vørn.
Eingir pengar settir av
Óvist er, um pengar verða at keypa nýtt vaktar- og bjargingarskip fyri nú.
- Eingir pengar eru settir av til eina slíka íløgu, sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Uni Rasmussen fer fyrsta dagin at leggja fram játtanarkarmarar fyri 2023. Heldur ikki har eru pengar settir av.
- Í karminum fyri 2023 er ikki lagt upp fyri hesari íløguni. Annars má okkurt annað bíða, ella má íløgukarmurin hækkast. Men eingin avgerð er tikin um tað, sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Sí eisini