- Tíðindi, mentan og ítróttur
Órógvin ræðir næmingar at søkja á skúlan
24.03.2022 - 18:01
Innlendis›Samfelag
Órógvin ræðir næmingar at søkja á skúlan
Jenis av Rana, landsstýrismaður, ætlar at hava fund við leiðsluna á Heilsuskúlanum

Jenis av Rana er landsstýrismaður í uttanríkismálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Órógvin, sum er á Heilsuskúlanum í Hovi, má halda uppat, tí hon ræðir næmingar at søkja inn á skúlan.
Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, sum ætlar á fund við leiðsluna á Heilsuskúlanum í næstu viku.
Hann sigur tað vera óheppið, tá forkvinnan í Heilsurøktarafelagnum sigur, at Heilsuskúlin verður bumbaður aftur í miðøldina, tí ætlanir eru um at skerja útbúgvingina.
Hoyr samrøðu við landsstýrismannin í útvarpstíðindunum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV