- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heilsuhjálparar mótmæla broyttari útbúgving
24.03.2022 - 10:20
Innlendis›Samfelag
Heilsuhjálparar mótmæla broyttari útbúgving
Ætlanin er at stytta útbúgvingina niður í 17 vikur og taka starvsvenjingina burtur
Heilsuskúli Føroya í Hovi vil sleppa at broyta heilsuhjálparaútbúgvingina.
Ætlanin er at stytta útbúgvingina niður í 17 vikur og taka starvsvenjingina burtur.
- Heilsuhjálpararfelagið visti einki um hesa ætlanina og mótmælir staðiliga, sigur Mary Antonsdóttir, forkvinna.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Ætlanin var at fáa stjóran á Heilsuskúlanum, Vivi Davidsen, at greiða frá ætlaðu broytingunum, men tað hevur ikki eydnast at fáa fatur á henni.
Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, mótmælir ætlanini at broyta útbúgvingina á Heilsuskúlanum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV