
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsrætturin staðfesti dóm um barnapornografi og siðamisbrot

Eystari landsrættur staðfesti í dag dómin hjá Føroya rætti í einum máli um neyðtøku, siðamisbrot, blúnisbrot og barnapornografiskt tilfar.
Talan er um ein 32 ára gamlan mann, sum var ákærdur fyri at hava barnapornografiskt tilfar, fyri at hava neyðtikið dóttur sína og fyri at hava framt blúnisbrot móti dóttrini og eini aðari gentu.
Føroya rættur dømdi í oktober í fyrraárið mannin eitt ár og níggju mánaðir fongsul fyri siðamisbrot, blúnisbrot og fyri barnapornografiska tilfarið, men fríkendi hann fyri at hava neyðtikið dóttrina, sum var yngri enn 12 ár.
Ákæruvaldið kærdi dómin.
Hoyr samrøðu við Katrina Thorsvig Hansen, sum er høvuðsákæri, í útvarpstíðindunum.
Katrin Thorsvig Hansen er høvuðsákæri.
Sí eisini