- Tíðindi, mentan og ítróttur
Serlógin um fólk úr Ukraina kemur í næstu viku
Serlógin, sum gevur fyribils uppihaldsloyvi til fólk úr Ukraina, kemur í løgtingið í næstu viku.
Tað sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í útlendingamálum, nú danska Fólkatingið fer at samtykkja lógina seinni í dag.
Enn hevur landsstýrið ikki tikið avgerð um, hvussu nógv fólk úr Ukraina kunnu fáa uppihaldsloyvi í Føroyum.
Ukrainarnir, sum longu eru komnir til Føroya, eru komin higar sum ferðafólk, í prinsippinum uttan nøkur rættindi.
So skjótt lóggávan er sett í gildi, kunnu tey søkja um uppihaldsloyvi, sigur Kristina Roarsdóttir Ellendersen, løgfrøðingur á Útlendingastovuni.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, sigur, at lógin, sum verður samtykt í Fólkatinginum í dag, verður væntandi løgd fyri tingið í næstu viku.