Tekur ikki undir við kravdari samanlegging

15.03.2022 - 11:36
InnlendisPolitikkur
Tekur ikki undir við kravdari samanlegging
Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, heldur, at kommunusamanlegging skal vera sjálvboðin
Kommunusamanlegging skal vera sjálvboðin, heldur landsstýrismaðurin í kommunumálum.

Landsstýrismaðurin í kommunumálum, Magnus Rasmussen, ætlar ikki at tvinga kommunurnar at leggja saman, so vit fáa færri og størri kommunur, sum partamaður hansara, Johan Dahl, løgtingsmaður, mælir til at gera.

Magnus Rasmussen vísir til úrslitið av fólkaatkvøðuni fyri nøkrum árum síðani. Hann heldur, at kommunusamanlegging skal vera sjálvboðin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

Johan Dahl, løgtingsmaður, mælir til, at kommunur verða tvingaðar at leggja saman, men hann fær ikki undirtøku frá partamanninum í landsstýrinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856