Russisk skip umskipa í Runavík

12.03.2022 - 16:29
InnlendisPolitikkur
Russisk skip umskipa í Runavík
Eingin almenn fráboðan er komin um tiltøk, og tí er alt sum vanligt, sigur Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu
Tvey russisk skip á veg inn á Skálafjørðin í dag. Aftara hevur maskinbrek og verður sleipað
Mynd: Sámal Jákup Gøte  

Russiskir trolarar sum hava fiskað um okkara leiðir, fara at umskipa fiskin í Runavík.

Í gjár fekk Runavíkar havn umbøn um at tveir ella tríggir trolarar vóru á veg til Føroya, og bóðu um loyvi at umskipa fiskin í Runavík.

Fyrrapartin kom ein trolari á Runavík, og seinnapartin komu tveir trolarar aftrat. Annar sleipaði hin, sum hevði motorskaða.

Støðan í Føroyum er ikki broytt síðani russisku innrásina í Ukraina, tí eingin almenn fráboðan er komin um, hvussu slíkar støður skulu handfarast, sigur Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, í samrøðu við útvarpið.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946