- Tíðindi, mentan og ítróttur
Báðir partar nøgdir við sáttmálan
23.02.2022 - 18:38
Innlendis
Báðir partar nøgdir við sáttmálan
Bæði Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, og Pauli Trond Petersen, formaður í KAF, eru væl nøgd við sáttmálan

Umboð fyri Heilsuhjálparafelagið og KAF, tá ið skrivað varð undir seinnapartin.
Heilsuhjálparafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið, KAF, skrivaðu klokkan fýra seinnapartin undir semingsuppskotið, sum Semingsstovnurin hevði lagt fyri partarnar í gjár.
Partarnir góðtóku báðir semingsuppskotið.
Vanliga hava tey gjørt tvey ára sáttmála, men hesaferð er talan um trý ára sáttmála.
Semjan ber við sær at 1. januar í ár hækkaðu lønirnar 1,25%, 1. oktober í ár hækka lønirnar við 710 krónum og 1. oktober 2023 hækka lønirnar 2,5%
Nakrar broytingar verða eisini gjørdar í lønarstiganum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV