700 færri bilar koyrdu í Eysturoyartunlinum í januar

09.02.2022 - 07:30
InnlendisSamfelag
700 færri bilar koyrdu í Eysturoyartunlinum í januar
Gott 700 bilar færri. Tað er munurin á desember mánaði í fjør og januar mánaði í ár, tá ið hugt verður eftir bilum, sum í miðal koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin.
Ferðslan í Eysturoyartunlinum er lagt frá metingunum, sum vórðu gjørdar, áðrenn tunnilin varð boraður
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Sambært stjóranum í Eystur- og Sandoyartunlum, Teiti Samuelsen, er januar mánaði vanliga ein friðarligur mánaður. 

Og so hevur korona eisini her sett sín dám á.

Upprunaliga metingin segði, at 6.200 bilar fóru at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin.

Tað er langt frá teimum 3900, sum koyrdu ígjøgnum í januar mánaði.

Sambært stjóranum í eystur- og sandoyartunlum, er enn tørvur á, at fáa fleiri størri bilar at koyra, eins og talið av bilum ímillum Rókina og Strendur, frá byrjan, var mett ov høgt.

1. januar kom nýggj avsláttarskipan.

Hon hevur enn ikki munað nakað á inntøkusíðuni hjá felagnum.

Stjórin í Eystur- og sandoyartunnlum væntar, at støðan er komin í fasta legu um 2 til 3 ár.



 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008