- Tíðindi, mentan og ítróttur
Øll skuldin hjá Vágs kommunu er umfíggjað
04.02.2022 - 14:24
Innlendis›Pengar
Øll skuldin hjá Vágs kommunu er umfíggjað
Tikið var so væl undir við hópfíggingini, at aðrar kommunur áttu at gjørt tað sama, heldur stjórin í Suðuroyar Sparikassa

Øll skuldin hjá Vágs kommunu er umfíggjað við hópfígging.
Tað eydnaðist væl og virðiliga hjá Vágs kommunu at fáa borgararnar at umleggja skuldina hjá kommununi við hópfígging saman við Suðuroyar Sparikassa og Flexfunding í Danmark.
Allar tær 46 milliónirnar eru nú umfíggjaðar.
Søren Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, heldur, at aðrar kommunur kundu gjørt tað sama.
Hoyr ljóðbrot í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV