
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Byggja tænastudepil á Viðareiði fyri 13-15 mió. kr.

Norðoya bú- og heimatænasta, sum umsitir heimatænastuna og eldraøkið í Norðoyggjum, fer at byggja tænastudepil á Viðareiði.
Depilin skal hava høli til venjingar, heimatænastu og dagtilhald.
Nýggjur bygningur skal byggjast til tænastudepilin á Viðareiði mitt í bygdini niðan fyri skúlan.
Hann verður 400 fermetrar til støddar, er mettur at kosta 13 - 15 milliónir krónur, og eini fimm starvsfólk verða knýtt at deplinum.
Spakin verður settur í um árskiftið, og bygningurin verður liðugur á heysti 2024.
Hoyr samrøðu við Marnu Ellinggaard Jensen, leiðara í Norðoya bú- og heimatænastu, í útvarpstíðindunum.
Marna Ellingsgaard Jensen er leiðari í Norðoya bú- og heimatænastu.
Afturat tænastudeplinum, fer Viðareiðis kommuna at byggja íbúðir, sum hava tilknýti til depilin.
Marita Sumberg, borgarstjóri í Viðareiðis kommunu, sum eisini er partur av Norðoya bú- og heimatænastu, sigur, at talan verður um tvær íbúðir, sum pensjónistar kunnu búgva í í styttri tíðarskeið, meðan tey eru til venjing.
- Verkætlanin er tó ikki liðugt viðgjørt í bygdarráðnum, sigur Marita Sumberg, borgarstjóri.
Sí eisini