![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/byradid_2021-31.jpg?itok=pSDpxUJX)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útbygda havnarlagið í Havn er longu ov lítið
31.01.2022 - 13:30
Innlendis›Politikkur
Útbygda havnarlagið í Havn er longu ov lítið
90.000 fermetrar vóru tiknir úr útbyggingarætlanini, og teir fermetrarnir resta nú í.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/dettifoss_2.jpg?itok=9rTDaYpY)
Virksemið á havnarlagnum í Havn er so stórt, at havnarútbyggingin er longu ov lítil, sigur formaðurin í havnarnevndini.
Mynd: Faroe Ship
Hóast stór havnarútbygging er gjørd seinastu árini, so er Tórshavnar havn ov lítil.
Tað staðfestir Kári Johansen, formaður í havnarnevndini hjá Tórshavnar býráð, í samrøðu við tíðindaportalin in.fo í dag.
Kári Johansen sigur, at upprunaliga var ætlannin eisini at byggja út norðureftir, fram við Skansanum, men tann ætlanin var slept.
Tað hevði við sær, at 90.000 fermetrar vóru mistir í útbyggingini, og teir fermetrarnir resta nú í.
Hoyr samrøðu við Kára Johansen í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV