- Tíðindi, mentan og ítróttur
SEV-stjórin: Tað skal ikki standa á at veita streym til el-bussar
Tórshavnar kommuna hevur heitt á svensku fyritøkuna AFRY (afri), at gera eina meting, um kommunan skal keypa el-bussar ella diesel-bussar.
Svenska fyritøkan skal eisini kanna, um Sev er ført fyri at veita neyðuga streymin, og tað er SEV, sigur Hákun Djurhuus.
Men júst hvussu løðistøðirnar og streymveitingin kemur at síggja út, er tó tengt at fleiri avgerðum hjá kommununi, um hon velur at el-bussar at røkja bussleiðina, sigur Hákun Djurhuus..
Svenska fyritøkan skal eisini kanna hvørt SEV er sinnað at samstarva fakliga og fíggjarliga, stendur í innlitið frá Tórshavnar Kommunu, sum Kringvarpið hevur fingið um málið.
Og júst um tann fíggjarliga partin skulu tað fleiri samrøður til, sigur stjórin í SEV.