- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður: Koronapassið gevur ikki meining meira
11.01.2022 - 07:55
Innlendis›Heilsa
Løgmaður: Koronapassið gevur ikki meining meira
"Einasta verjan móti smittuni nú er frástøða og reinføri," sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum hevur sett koronapassið úr gildið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Kornapassið er nú sett úr gildið, og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, letur ongan iva vera um, at hann fegnast um at sleppa undan koronapassinunum.
Men løgmaður leggur áherðslu á, at tað er heilsufakliga ráðgevingin í Farsóttarnevndini, sum hevur váttað, at koronapassið ikki hjálpir móti Omikron-frábrigdinum og tískil ikki nyttar nakað í bardaganum móti smittuni.
"Nú fara vit aftur til tey upprunaligu tilmældini um frástøðu og reinfør - uttan koronapass," leggur løgmaður eisini áherðslu á.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV