
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brandur Sandoy: Fólkaflokkurin er vorðin ov konservativur

Brandur Sandoy boðaði fyrrapartin frá, at hann hevur tikið seg úr Fólkaflokkinum.
- Flokkurin er vorðin ov konservativur, og tað at Sandoyggin ikki fekk landsstýrissess, var dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir, sigur Brandur Sandoy.
Hann hevur sitið í tinginum sum varamaður, men nú Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur eru farin í tingið, og Fólkaflokkurin hevur valt tvey nýggj landsstýrisfólk uttan fyri tingbólkin, noyðast bæði Brandur Sandoy og Annika Olsen úr tinginum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Brandur Sandoy hevur verið varatingmaður hjá Fólkaflokkinum. Her prátar hann við Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Sí eisini