Fongsul í eitt ár fyri smugling

07.12.2021 - 16:20
Innlendis112
Fongsul í eitt ár fyri smugling
Tveir ungir menn vóru handtiknir í gjár, og teir fingu longu dóm í dag
Báðir menninir fingu dóm í Føroya rætti longu í dag.

Báðir menninir vóru handtiknir á flogvøllinum í gjár við 120 grammum av flótandi MDMA, sum kann brúkast til at gera ecstasy burturúr.

Menninir komu fyri rættin í dag og vóru dømdir eitt ára treytaleysa fongsulsrevsing.

Teir játta seg sekar, men hava kært avgerðina um, at teir skulu inn at sita beinanvegin, áðrenn landsrætturin hevur tikið støðu til kæruna.

Hoyr samrøðu við Hera Andreassen, leiðara á kanningardeildini hjá løgregluni, í útvarpstíðindunum.

Heri Andreassen er leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109