- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hægri fráfaringaraldur skal galda fyri øll
26.11.2021 - 13:51
Innlendis›Politikkur
Hægri fráfaringaraldur skal galda fyri øll
Formaðurin í Starvsfelagnum heldur ikki, at skipanin bara skal galda fyri ein part av arbeiðsmarknaðinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Skal fráfaringaraldurin hækka upp í 72 ár, so eigur sama skipan at vera galdandi fyri øll.
Tað sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, nú Jørgin Niclasen, landsstýrismaður, arbeiðir við at hækka fráfaringaraldurin úr 70 upp í 72 ár, og harvið geva fólki høvi at arbeiða longur enn nú.
Fólkapensjónsaldurin verður óbroyttur, 67 ár, sum hann er nú.
Starvsfelagið hevur ikki umrøtt spurningin enn, men formaðurin, Súni Selfoss, mælir til, at starvsaldurin verður eins fyri øll.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV