- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umhvørvisstovan: Nýggj reglugerð fer at gera góðan mun
25.11.2021 - 13:44
Innlendis›Samfelag
Umhvørvisstovan: Nýggj reglugerð fer at gera góðan mun
Kommurnar hava gjørt av at seta markvirði fyri óljóð frá skipum, sum koma til bryggju
- Nýggja reglugerðin hjá kommununum um at áseta markvirði fyri, hvussu nógv desibel eitt skip kann larma, fer at gera, at trupulleikin við óljóði verður munandi minni.
Tað sigur Suni Petersen, deildarleiðari á Vernd á Umhvørvisstovuni.
Fyrstu tíðina verður markvirðið 58 desibel um náttina og 60 desibel um dagin.
1. juli í 2023 lækkar markvirðið niður í 56 desibel um náttina og 58 desibel um dagin. Og 1. januar 2025 verður markvirðið 54 desibel um náttina og 56 desibel um dagin.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV