- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bank Nordik kann ikki viðmerkja illgrunan um hvítvasking
Loyniskjøl úr einum afrikanskum banka vísa, at heilsølan fekk eina trivaliga og ólógliga pengainnspræning úr tjóðbankanum í Kongo.
Oddafólkini í EGAL sótu væl um sátt við táverandi forsetan í Kongo.
Alain Wan, sum var varastjóri í EGAL, stovnaði All Oceans Logistics í Føroyum.
Systir forsetan var partaeigari í BGFI-bankanum, har EGAL hevði konto. Fosturbróðir forsetan, Francis Selemani, var stjóri í BGFI-bankanum, og Albert Yuma var nevndarlimur í tjóðbankanum og nevndarformaður í EGAL.
Bank Nordik hevur onga viðmerking
Bank Nordik vil ikki viðmerkja tað, sum er komið fram.
Sum peningastovnur er Bank Nordik fevndur av hvítvasklógini.
Og bankin hevur tagnarskyldu og kann ikki úttala seg um einstøk mál.
Árni Ellefsen, stjóri í Bank Nordik, skrivar í teldubrævi, at Bank Nordik hevur skyldu at kanna øll óvanlig flytingarmynstur í bankanum.
Og bankin hevur eisini skyldu at boða SØIK frá, um nakað illgrunasamt kemur fram.
Bara í fjør vóru 176 mál fráboðað SØIK.
Tak niður
Sí eisini