- Tíðindi, mentan og ítróttur
Greina aftur koronukanningar fyri Sjúkrahúsverkið
15.11.2021 - 18:00
Innlendis›Heilsa
Greina aftur koronukanningar fyri Sjúkrahúsverkið
Thetis hevur gjørt nýggjar mannagongdir fyri greiningina

Thetis hevur gjørt nýggjar mannagongdir, og samstarvið við Sjúkrahúsverkið verður nú tikið uppaftur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Thetis sleppur nú aftur at greina koronukanningar fyri Sjúkrahúsverkið.
Tað váttar Steinar Erikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum.
Herfyri boðaði Sjúkrahúsverkið frá, at Thetis slapp ikki fyribils at greina koronukanningar.
Thetis hevur gjørt nýggjar mannagongdir fyri greiningina, og samstarvið við Sjúkrahúsverkið verður nú tikið uppaftur.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV