Alt ov fáir námsfrøðingar - líkasæla frá landsins síðu

15.11.2021 - 14:01
InnlendisSamfelag
Alt ov fáir námsfrøðingar - líkasæla frá landsins síðu
Børnini rinda prísin, nú trotið á námsfrøðingum er so stórt, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum
Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, í samrøðu við løgmann undir pedagogverkfallinum fyrr í ár. Jógvan Philbrow sigur, at børnini rinda prísin, nú trotið á námsfrøðingum er so stórt.

Líkasæla frá landsins síðu um at útbúgva fleiri námsfrøðingar, hevur við sær, at eingin dagstovnur í Tórshavnar kommunu lýkur kravið um at hava nóg ogvar námsfrøðingar í starvi.

Tað sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum.

Sambært dagstovnalógini skulu tveir triðingar av starvsfólkunum vera námsfrøðingar og ein triðingur hjálparfólk.

Í Havn eru 35 dagstovnar, men bara á átta stovnum er helvtin ella fleiri av starvsfólkunum námsfrøðingar.

- Børnini rinda prísin, sigur Jógvan Philbrow.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050