Ókeypis at koyra í Eysturoyartunlinum til koronukanning

29.10.2021 - 12:58
InnlendisSamfelag
Ókeypis at koyra í Eysturoyartunlinum til koronukanning
Sjúkrahúsverkið hevur gjørt avtalu við tunnilsfelagið
Ókeypis verður at koyra í Eysturoyartunlinum til koronukanningar í Havn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Sjúkrahúsverkið hevur gjørt avtalu við Eysturoyartunnilin um, at fólk í Eysturoynni, sum skulu kannast fyri koronu í Havn, kunnu koyra ókeypis í tunlinum.

Fyrsta tíðarskeiðið, hetta verður galdandi, verður í kvøld frá klokkan 18.30 til 23.30.

Í morgin verður eisini ein fyribils kanningarstøð gjørd í Vágum, men í løtuni eru ongar ætlanir um at gera eina líknandi avtalu við Vágatunnilin.

Kunnað verður á corona. fo, nær ókeypis verður at koyra í Eysturoyartunlinum til koronukanningar í Havn.

Hoyr samrøðu við Steinar Eirikstoft, forstjóra í Sjúkrahúsverkinum, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
Morgunlestur hósdagur 1.mai 2025
191015
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114