Korona var leys í KÍ-høllini í gjár

25.10.2021 - 17:20
InnlendisHeilsa
Korona var leys í KÍ-høllini í gjár
Øll, sum vóru í KÍ-høllin til hondbóltsdystin millum Stjørnuna og Neistan í gjár, skulu kanna seg fyri koronu, tí ein leikari hjá Stjørnuni hevði smittuna, sigur forkvinna
Øll, sum vóru í KÍ-høllini til dystin millum Stjørnuna og Neistan, eiga at kanna seg fyri koronu, heldur forkvinna í Stjørnuni
Mynd: shutterstock.com  

Hondbóltsfelagið Stjørnan heitir á øll, sum vóru í KÍ-høllini til hondbóltsdystin millum Stjørnuna og Neistan í gjár, um at kanna seg fyri koronu, tí ein leikari hjá Stjørnuni hevur fingið staðfest koronu.

Tað váttar Súsanna Lydersen, forkvinna í Stjørnuni.

Eini 70 áskoðarar hugdu eftir dystinum í gjár og 20 spælarar í hvørjum hópi.

Leikararnir hava nú fingið boð um at kanna seg fyri koronu í dag, sigur forkvinnan í Stjørnuni.

Flestu feløgini, sum hava barna- og ungdómsvenjingar í KÍ-høllini hava avlýst venjingarnar næstu dagarnar.

Stjørnan hevur dyst longu mikukvøldið móti StíF, og sunnudagin verður dystur í Suðuroy móti VB.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
Heim, kæra heim (2:3) - teknmálstulkað
188381
Hósdag 27. februar
Heim, kæra heim (1:3) - teknmálstulkað
188375