- Tíðindi, mentan og ítróttur
Koronudeildin verður niðurløgd
17.10.2021 - 17:55
Innlendis›Samfelag
Koronudeildin verður niðurløgd
Løgtingið er biðið um at játta eina hálva milión kr. til at rigga av og avhenda lonirnar, sum hýstu deildini
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/koronudeild_2.jpg?itok=1VdJQtUE)
Lonirnar, sum hava hýst koronudeildini, verða nú tiknar niður.
Koronudeildin á Landssjúkrahúsinum verður nú niðurløgd.
Tá koronufarsóttin tók seg upp, var ein serlig koronudeild skipað fyri ikki at órógva vanliga virksemið á Landssjúkrahúsinum, og lonir vóru settar upp á sjúkrahúsøkinum.
Men tørvur er ikki longur á at hava koronudeild á henda hátt, sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum.
Starvsfólkini á deildini hava verið knýtt at einari medisinskari deild.
Á eykajáttanarlógini, sum er løgd fyri tingið, verður biðið um eina hálva millión krónur at rigga av og avhenda lonirnar, sum hýstu koronudeildini.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV