
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyameistarar í gjár - hugsa longu um næsta dyst

Kvinnuliðið og mansliðið hjá KÍ í bestu deildini í fótbólt eru føroyameistarar.
Avgerðin fall í gjár.
Kvinnurnar vunnu 6 - 0 á AB/B71. Hervør Olsen skeyt trý av málunum.
KÍ-liðið hevur vunnið føroyameistaraheitið øll árini síðani 2000, uttan í 2017 og 2018.
KÍ-kvinnurnar hava nú 49 stig í FM-kappingini.
Nummar tvey er NSÍ við 42 stigum, og EBS/Skála hevur 41 stig.
B36 á odda í hálvleikinum
Hjá monnum vann KÍ í gjárkvøldið 3-1 á B36 og gjørdist sostatt føroyameistari. Hálvleiksstøðan var 1 - 0 til B36. Páll Andrasson Klettskarð skeyt tvey av málum og Jonn Johannesen tað triðja.
KÍ hevur nú 68 stig, á øðrum plássi er Víkingur við 56 stigum, og HB er nummar trý við 52 stigum.
- Meistaraheitið er hátíðarhildið, og nú er fokus á næsta dyst, sigur Mikkjal Thomassen, venjari.
Hoyr samrøðu við KÍ-venjaran í útvarpstíðindunum.
Føroyameistaraheitið 2021 er fingið til høldar, og nú verður hugsað um næsta dyst, sigur Mikkjal Thomassen, venjari.
Frøi á Kí-fjepparum, tá úrslitið í gjárkvøldið var greitt. KÍ er føroyameistari í ár, bæði hjá kvinnum og monnum.
Tak niður