Veðhaldið til Eysturoyartunnilin skal á fíggjarlógina

07.10.2021 - 11:01
InnlendisPolitikkur
Veðhaldið til Eysturoyartunnilin skal á fíggjarlógina
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur, at veðhaldið kemur við, áðrenn fíggjarlógin verður endaliga samtykt
Løgtingið viðger aftur í dag uppskotið um fíggjarlóg fyri næsta ár hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Fyrsta gjaldið til veðhaldið, sum løgtingið hevur bundið seg til at tryggja minstu ferðslu í Eysturoyartunlinum, skal rindast næsta ár.

Men gjaldið er ikki við í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2022.

Landsstýrismaðurin, Jørgen Niclasen, sigur, at tað kemur við, áðrenn fíggjarlógin verður endaliga samtykt.

Í drúgva tíð hevur ein bólkur arbeitt við at gera ein príspolitikk, millum annað um koyriendurgjaldið í Eysturoyartunlinum, men málið er ikki komið víðari.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114