- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri viðmerkingar um springaradrápið enn um grindadráp
22.09.2021 - 14:35
Innlendis›Samfelag
Fleiri viðmerkingar um springaradrápið enn um grindadráp
Hóast ágangurin er stórur í løtuni, kann hann ikki sammetast við trýstið, sum var ímóti grindadrápinum í 80-unum og 90-unum
Mikudagin í farnu viku vóru fleiri boð á sosialum miðlum um springaradrápið í Skálafirði, enn tað vóru um grindadráp alt árið í fjør.
Tað sigur Páll Nolsøe, kunningarráðgevi hjá uttanríkisráðnum, sum umsitur hvaladráp.
Hóast ágangurin hesaferð er størri, enn hann hevur verið seinastu árini, so kann tað ikki samanberast við trýstið á føroyska grindadrápið í 80-unum og 90-unum, sigur Páll Nolsøe.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Springaradrápið hevur fingið nógva umrøðu á sosialum miðlum. (Mynd: Bjarni Rubeksen)Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV