Arbeiðsgevarar vita einki um óskipað arbeiðsviðurskifti

18.08.2021 - 15:54
InnlendisSamfelag
Arbeiðsgevarar vita einki um óskipað arbeiðsviðurskifti
HR-leiðarar á tveimum stórum arbeiðsplássum gera viðmerkingar
SMS-samtakið varðar m.a. av Bónusi og Mylnu-handlunum. HR-leiðarin vísir á, at SMS-samtakið hevur eina hondbók til starvsfólk, har sáttmálin, ið tey ganga eftir, verður nevndir fleiri ferðir.

Tað undrar arbeiðsgevarar, at tað verður ført fram, at arbeiðsviðurskiftini hjá ungfólki eru óskipað.

Í gjár var Kringvarpið á Glasi og spurdi ung um arbeiðsviðurskiftini, um tey hava setanarsáttmálar, og um tey vita, hvat fakfelag umboðar tey.

Meirilutin av teimum ungu søgdu seg ikki hava setanarsáttmála, ella kenna nakað til fakfeløg.

Millum arbeiðsplássini, ið vórðu nevnd, vóru Gist og Vist, Bónus og Mylnan, sum SMS-samtakið varðar av, og Hafnia, sum SmyriL Line varðar av.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Kringvarpið hevur í tveir dagar roynt at fáa viðmerking frá Jóhannesi Jensen, stjóra á Gist og Vist, men tað hevur ikki eydnast.

Smyril Line varðar av Hotel Hafnia.
 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109