Samráðast nú aftur um orkupolitikk

14.08.2021 - 13:25
InnlendisPolitikkur
Samráðast nú aftur um orkupolitikk
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, miðar eftir at fáa alt tingið at semjast um nýggju veðurlags- og orkupolitikkin
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, fyrireikar seg nú til at fara undir samráðingar við allar flokkar um veðurlags- og orkupolitikkin.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í orkumálum, fer nú at taka samráðingarnar uppaftur við allar flokkar á tingi um ein nýggjan veðurlags- og orkupolitikk.

Landsstýrismaðurin miðar eftir at fáa bæði samgongu og andstøðu at semjast um veðurlags- og orkupolitikkin, og uppskot verður lagt fyri tingið í heyst.

Í vár legði ein embætisbólkur fram tilmæli um átøk á orkuøkinum, og tey tilmælini eru grundarlagið undir samráðingunum, sigur Helgi Abrahamsen.

Bygnaðarbroytingarnar í SEV hava eisini verið umrøddar í sambandi við nýggja orkupolitikkin, og tað eru tey, sum halda, at bygnaðarbroytingarnar eiga eisini at verða tiknar við í samráðingarnar um orkupolitikkin.

Men Helgi Abrahamsen heldur, at bygnaðarbroytingarnar og orkupolitikkurin eru hvørt sítt mál.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Sí eisini

  •  
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109