Koronakanningar við markið hald fram til 31.august

23.07.2021 - 08:07
InnlendisHeilsa
Koronakanningar við markið hald fram til 31.august
Myndugleikarnir tilskila sær nú rætt til at krevja, at øll, ið koma til landið, skulu lata seg kanna fram til 31. august
Michael Boolsen, fúti
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen / Savnsmynd  

Koronakanningarnar við markið halda fram til 31. august.

Tað hevur Farsóttarnevndin avgjørt.

Ætlanin var annars at steðga við kanningunum 1. august.

Michael Boolsen, fúti, er formaður í Farsóttarnevndini, og hann sigur, at Farsóttarnevdin vónar, at vit í endanum av august eru komin so langt við koppsetingini, at tað tá fer at bera til at gevast við koronukanningunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123