- Tíðindi, mentan og ítróttur
Klaksvík er backup hjá Drotningini
14.07.2021 - 22:29
Innlendis›Samfelag
Klaksvík er backup hjá Drotningini
Verður ikki flúgvandi til Svínoyar í morgin, so fáa klaksvíkingar kanska høvi at heilsa upp á Drotningina hóast alt
Mynd: Savnsmynd
Ein broyting í skránni, nú Margreta drotning ikki kom til landið í dag, er, at hon fer ikki til Klaksvíkar á vitjan á veg til Svínoyar, men fer beinleiðis við tyrlu úr Havn til Svínoyar.
Men spælir veðrið drotningavitjanini aftur eitt puss í morgin, so verður kanska vitjað í Klaksvík hóast alt.
Hoyr samrøðuna við Karl Johansen, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV