Ákæruvaldið kærir frídøming

14.07.2021 - 16:06
Innlendis112
Ákæruvaldið kærir frídøming
Ákæruvaldið hevur kært frídømingina av 26 ára gamla manninum, sum nevningatingið í farnu viku frídømdi fyri í 2012 at hava dripið eina 16 ára gamla gentu
Ákæruvaldið hevur gjørt av at kæra frídømingina av 26 ára gamla manninum til Eystara landsrætt
Mynd: Savnsmynd  

Herfyri var ein 26 ára gamal maður frídømdur í nevningatingi í Føroya Rætti, fyri í 2012 at hava dripið 16 ára gomlu Mariu Fuglø Christiansen.

Ákæruvaldið hevur nú kært frídømingina av 26 ára gamla manninum, sum nevningatingið í farnu viku frídømdi.

Sostatt skal málið nú roynast í Eystara landsrætti.

Tað upplýsir Michael Boolsen, høvuðsákæri.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114