Nógv fólk á fundi í Starvsfelagnum

16.06.2021 - 10:19
InnlendisSamfelag
Nógv fólk á fundi í Starvsfelagnum
Umboð fyri fakfeløgini viðgera støðuna, nú Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, fer at leggja uppskot fyri tingið á fundinum, sum byrjar klokkan 11
Fakfeløgini er væl mannað á fundinum í Starvsfelagnum í løtuni

Áheitanin frá Starvsfelagnum á fakfeløg um at koma á fund í dag at viðgera støðuna, nú landsstýrið ætlar at leggja upp í verkfallið hjá pedagogunum og lóggeva undantøk í Almannaverkinum, hevur fingið góða undirtøku.

Nógv fólk er á fundinum, sum byrjaði klokkan 10.

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, veit ikki, um komið verður til nakra niðurstøðu, men spurningurin um aðalverkfall verður ivaleyst reistur á fundinum.

Og kanska verður eisini farið í tingið at vísa sína misnøgd.

Hoyr samrøðu, sum Arnfríð Joensen Dahl gjørdi við Súna Selfoss í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109